Tíðindi

Ebenezerkórið vitjar á hvítusunnu

Tað var ætlanin hjá Ebenezerkórinum at koma at vitja her í Danmark tíðliga á sumri 2022. Hetta var tó av ongum, tí eftir koronusteðg var kórið ikki reiðiliga komið fyri seg, so avgjørt varð at útseta ferðina. Men nú er sett út í kortið av nýggjum, tí um Gud vil vitjar kórið um Hvítusunnuna.

Les meir

Vón okkara um Jóltíðir 2022

Nú eru fáar dagar til jóla, og stórt tal av yngri útisetum eru farnir heim til Føroya at halda jól. Møtini seinasta mánaðan hava verið merkt av tí góða boðskapi, sum eru knýtt til jólini: at Jesus, Frelsari heimins, varð føddur inn í hendan heim fyri um 2000 árum síðani.

Les meir

Av hjarta Honum takki eg

Sangurin “My heart is filled with thankfulness” er skrivaður av Keith Ketty og Stuart Townend, sum hava givið okkum aðrar góðar sangir, ið eru týddir til føroyskt – eitt nú “Tað finst ein vón” og “Á Kristus bert”.

Les meir

Góðir heystdagar

Í døgunum 20 – 23. oktober var lega í Norðursjællandi. Nógvir luttakarar vóru hesaferð – upp ímóti 140 tilsamans. Eitt sindur váttligt var í veðrinum, men kortini vóru hetta góðir dagar fyri talríku luttakararnar, har Orðið varð talað, høvi var til vitnisburðir og nógvur lovsangur var at hoyra.

Les meir

Lega á NE á tjúgunda ári

Í døgunum frá 20 til 23. oktober verður enn einaferð lega á NE – sum er stytting fyri Norðursjællands Efterskole – ið liggur tætt við Helsinge – nakað sunnan fyri Gilleleje. Hetta merkir, at 20 ár eru liðin, síðani vit á fyrsta sinni høvdu heystlegu á hesum skúla. Tó var eingin lega í 2020 vegna korona farssóttina.

Les meir

Enn ein seniordagur

Mikudagin seinnapart 28. september kl. 15 hittust seniorarnir enn einaferð til samkomu í Kristnastovu. Um 35 fólk hugnaðu sær væl hendan seinnapartin, har vit fingu ein góðan drekkamunn og eitt hugfarsligt prát við ymisku borðini. Og sum vanligt er, tóku vit okkum tíð til at syngja saman.

Les meir

Ein stór familja

Soleiðis sá tað út frá glugganum í miðhæddini í Kristnastovu sunnudagin 22. mai, tá familjudagur var í Kristnastovu. Fyrst var vanliga møtið hildið, og síðani kundu børn og vaksin hugna sær uttanfyri við hoppiborg, grillmati, spølum og práti.

Les meir

Sóljan í túninum

Í vár var nýggjur, væl útgjørdur bussur handaður Sjúklingahotellinum Tórshavn. Hesin bussur er, ið verður róptur Sóljan

Les meir

Mong vitjandi

Summartíðin plagar at vera merkt av, at tað eru fá, sum koma til møtini í Kristnastovu, m.a. tí tey allarflestu ungu lesandi eru heima í summarfrí.

Les meir