Tíðindi

Enn ein seniordagur

Mikudagin seinnapart 28. september kl. 15 hittust seniorarnir enn einaferð til samkomu í Kristnastovu. Um 35 fólk hugnaðu sær væl hendan seinnapartin, har vit fingu ein góðan drekkamunn og eitt hugfarsligt prát við ymisku borðini. Og sum vanligt er, tóku vit okkum tíð til at syngja saman.

Les meir

Ein stór familja

Soleiðis sá tað út frá glugganum í miðhæddini í Kristnastovu sunnudagin 22. mai, tá familjudagur var í Kristnastovu. Fyrst var vanliga møtið hildið, og síðani kundu børn og vaksin hugna sær uttanfyri við hoppiborg, grillmati, spølum og práti.

Les meir

Sóljan í túninum

Í vár var nýggjur, væl útgjørdur bussur handaður Sjúklingahotellinum Tórshavn. Hesin bussur er, ið verður róptur Sóljan

Les meir

Mong vitjandi

Summartíðin plagar at vera merkt av, at tað eru fá, sum koma til møtini í Kristnastovu, m.a. tí tey allarflestu ungu lesandi eru heima í summarfrí.

Les meir

Nýggir útisetar hittust

Í mong ár hevur verið siðvenja í Kristnastovu at hava eina samkomu í Kristnastovu fyri nýggjum útisetum, sum eru komnir til Danmarkar eftir summarfrítíðina. Endamálið

Les meir