Sangurin við einum umbroytandi boðskapi

Sangurin um Harran er ikki bert at hoyra í samkomum og kirkjum – tíbetur mugu vit siga.

Hann hoyrist víða hvar: í hølum og høllum bæði inni og úti – í útvarpi og í sjónvarpi – á fløgum og á bondum. Hann verður sungin bæði í gleði og í sorg.

Hann er øðrvísi enn allur annar sangur, tí hann tekur okkum inn í tað æviga og minnir okkum á tað, sum hevur týdning, tá ið alt annað er farið.

Á Ólavsøku hevur evangeliski sangurin altíð verið at hoyrt. Tú hoyrdi hann á Vaglinum – tú hoyrdi hann á Káta horninum – tú hoyrdi hann við gamla kommunuskúlagarð. Og har stóðst tú kanska sjálvur mangan og sang ella murraði við.

Eg ivist ikki í at nógvir av hesum andaligu sangunum liva í sinni og minni okkara. Og teir minna okkum aftur og aftur á tann grundleggjandi tørvin, sum finst í hvørjari sál – ein tørvur, ið einans Jesus kann møta.

Einaferð kom ein ung genta á Ólavsøku. Hon kom fyri at hava tað stuttligt, sum so mangur annar. Men hon steðgaði upp við eitt gøtumøti, har ein sangur varð sungin, sum greip hjarta hennara. Sangurin var “Eg elski tær bløðandi hendur, sum nelgdust til krossin ein dag”, sungin sum solosangur av einari kvinnu. Boðskapurin talaði til hjarta hesa ungu kvinnu, soleiðis at hon gav seg yvir til Harran Jesus, og frá tí løtu gjørdist hon ein livandi kristin. Eg havi sjálvur hoyrt hana greiða frá hendingini.

Í einum av sangunum, sum vit hava tikið við til sangløtuna á Bryggjuni hesaferð syngja vit:

Hann er mín sangur, mín gleði,

Gud mín og Harri er Hann.

Jesus í tínum hondum

eg æviga hvílu fann.

Hin andaligi sangurin peikar á Hann, sum ynskir at vera Gud og Harri í lívi okkara, Jesus Kristus. Tað er bert við trúgv á Hann at sál okkara finnur tann frið, sum vit øll hava brúk fyri í einum friðleysum heimi.

Øssur Berghamar

NB! Henda grein stendur at lesa í faldaranum, sum verður útbýttur til sangløtuna á Bryggjuni