Tíðindi

Hálva øldin hátíðarhildin

Sólin skein so fagurliga hendan seinnapartin í oktober, tá ein skari av fólki hittust í Lívdini í Hoyvík fyri at markera 50 árini, síðani byrjað var við verkinum á Oxford Allé á Amager. Hetta var ein sannur hátíðardagur, har vit sóu eina góða og áhugaverda blanding av fyrrverandi útisetum

Les meir

Góð tíðindi fyri útisetar

Hetta var yvirskriftin hjá Regin Guttesen til leguna í Norðursjællandi, sum varð hildin 19 – 22. oktober 2023. Vit vóru fleiri luttakarar enn nakrantíð – og spurningurin var, hvussu tað kundi rigga, at vit vóru so mong.

Les meir

50 ára hald – útvaldar myndir

Í samband við Kristnastovutiltakið í Lívdini leygardagin 7 oktober, har 50 árini hjá Kristnastovu vórðu hátíðarhildin, stóðu nakrar myndatalvur (planchur) við útvaldum myndum, tiknar frá 1973 til 2023 – framleiddar á Tonito á Eiði.

Les meir

Lega á NE einaferð enn

Í dag 19. oktober byrjar heystlegan hjá Kristnastovu, sum verður hildin á Norðursjællands Efterskole – ið liggur tætt við Helsinge – nakað sunnan fyri Gilleleje. Hetta er 21. árið, at legan verður hildin á hesum skúla. Tó var eingin lega í 2020 vegna korona farssóttina.

Les meir

Farin um tey fimti ár

Hósdagin 21. september vóru 50 ár liðin síðani fyrsta samkoma varð hildin í íbúð okkara á Oxford Allé. Samkoman var eitt fríggjakvøld, og síðani hava tær sokallaðu “fríggjakvøldssamkomurnar” verið hildin uttan íhald –

Les meir

Kristnastovulegan 2023

Hjartaliga vælkomin á Kristnastovulegu á Nordsjællands Efterskole. KRISTNASTOVULEGAN 2023 Komið burtur úr stórbýinum og njótið eitt langt vikuskiftið saman við øðrum føroyingum “ude på landet”.

Les meir

VITJANIN AV EBENEZERKÓRINUM

Eftir at hava sungið í forhøllini á Ríkissjúkrahúsinum týsdagin 30. mai fór Ebenezerkórið heim aftur til Føroya eftir fimm daga ferð í Danmark. Hesar dagarnar um hvítusunnuna vitjaði kórið á fleiri støðum í Jyllandi, steðgaðu á í Odense, og luttóku so á fýra støðum á Keypmannahavnarøkinum

Les meir

1. HVÍTUSUNNUDAG 28.

Sunnudagin – 1. hvítusunnudag –  kl. 11 verður møti og sunnudagsskúli í Kristnastovu – tó eitt sindur øðrvísi enn vit plaga, av tí at vit hava vitjan av Ebenezerkórinum.

Les meir

FORVITNISLIG VITJAN

Á hvítusunnu kemur Ebenezerkórið til Danmarkar. Tey fara at syngja á trimum støðum í Jyllandi 26 og 27. mai, og so syngja tey eisini í

Les meir

Felagsmøti við Amagerbro Frikirke!

Fríggjakvøldið 3.feb. hava vit felagsmøti við Amagerbro Frikirke!

Møti verður í Amagerbro Frikirke, Tingvej 11, Amager, kl. 20.
Tí verður einki møti í Kristnastovu hetta kvøldið.

Les meir