Enn ein seniordagur

Mikudagin seinnapart 28. september kl. 15 hittust seniorarnir enn einaferð til samkomu í Kristnastovu. Um 35 fólk hugnaðu sær væl hendan seinnapartin, har vit fingu ein góðan drekkamunn og eitt hugfarsligt prát við ymisku borðini. Og sum vanligt er, tóku vit okkum tíð til at syngja saman.
Ein stór familja

Soleiðis sá tað út frá glugganum í miðhæddini í Kristnastovu sunnudagin 22. mai, tá familjudagur var í Kristnastovu. Fyrst var vanliga møtið hildið, og síðani kundu børn og vaksin hugna sær uttanfyri við hoppiborg, grillmati, spølum og práti.
Vel vinin besta –

Nøkur orð um Frelsunarherin og sangin, sum ljóðaði á Vaglinum í Havn fyri um 60 árum síðani – og síðani varð umsettur til føroyskt.
Frelsunarherurin á Vaglinum í Havn (mynd í nýggjari tíð)
Sóljan í túninum

Í vár var nýggjur, væl útgjørdur bussur handaður Sjúklingahotellinum Tórshavn. Hesin bussur er, ið verður róptur Sóljan
Mong vitjandi

Summartíðin plagar at vera merkt av, at tað eru fá, sum koma til møtini í Kristnastovu, m.a. tí tey allarflestu ungu lesandi eru heima í summarfrí.
Serligur dagur í Kristnastovu

Í dag var ein serligur dagur í Kristnastovu, tí í dag rundaði Øssur Berghamar 80 ár. Á møtinum kundu vit, sum so mangan, hoyra eitt lívgandi orð frá føðingardagsbarninum sjálvum – hesa ferð úr Sálmi 73. Aftaná møtið kundu vit saman njóta ein trivaligan drekkamunn við m.a. føroyskum viðskera og lagkøkum. Eisini vóru fleiri føðingardagsheilsanir […]
Um at finna sítt kall

Niðan fyri standandi orð stóðu í “The Word for Today” nú um dagarnar. Á donskum er heitið “Et ord til dagen”. Hesin tekstur er skrivaður út frá tí, ið stendur í Ápostlasøguni 13,2, tá Paulus og Barnabas vórðu kallaðir til tænastu. Helt tey vera tankavekjandi og tí verd at geva víðari – her er enska […]
Guds svar til stúran

”Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar …” 2. Tim 1,7 Bíblian sigur: ”Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.” At vinna á óttanum byrjar við fatanini av, at ótti er ‘ein andi,’ og hann er ikki frá Gudi. Fyri hvørja ferð tú fatar tað, er lættari […]
Ein óræddur hermaður Harrans
Fríggjadagin 25. juni vóru 150 ár Liðin, síðani trúboðarin, Daniel J. Danielsen, vanliga kallaður Dollin, var borin í heim. Hann var ættaður úr Havn, varð umvendur í Skotlandi, og virkaði nøkur ár úti í Congo, áðrenn hann kom heimaftur til Føroya. Her tók hann lut í evangeliskum verki í nøkur ár, tó merktur av malariasjúkuni, […]
Nýggir útisetar hittust

Í mong ár hevur verið siðvenja í Kristnastovu at hava eina samkomu í Kristnastovu fyri nýggjum útisetum, sum eru komnir til Danmarkar eftir summarfrítíðina. Endamálið hevur verið at kunna og leiðbeina um praktiskar spurningar, men eisini at læra tey ungu at kenna. Tað verður eisini gjørt við vónum um, at nýggju útisetarnir fáa eitt gott […]