Krossins boðskapur
Óneyðugt at siga, so er ein krossur at finna í føroyska flagginum. Eitt sindur mótsigandi er tað tó, at bæði vit og aðrar tjóðir hava valt at lata ein kross eyðkenna eitt plagg, sum skal siga frá, hvørji vit eru.
Í – ikki úr, ikki av
Ein av okkara størstu avbjóðingum er at liva í heiminum. Ikki at verða av heiminum, og ikki melda seg úr heiminum. Tvístøðan er, at vit liva her, men hoyra einari aðari verð til.
Evangelize or fossalize!
Kalt er í Keypmannahavn. Januar mánaði hevur ikki verið so kaldur í 23 ár. Og summi halda, at møguleikin fyri einum rættuligum ísvetri ikki er óhugsandi.
Friður á jørð
Fyrsta jólakonsertin nakrantíð varð hildin úti í haganum nakað uttan fyri Betlehem fyri nú mongum árum síðan. Áhoyrararnir vóru nakrir ikki sørt sjelkaðir seyðamenn, sum í náttarmyrkrinum ansaðu seyðinum.
Hvat ger útisetatíðin við teg?
Eg kom at sita við síðuna av einum fyrrverandi útiseta, tá eg fór heim til Føroya í septembur. Og vit komu í gott prát saman.
Ein nýggj byrjan
Summarfrítíðin er av, og nú verður aftur farið í skúla og til arbeiðis. Nýggir útisetar í Keypmannahavn eru júst byrjaðir uppá eitt nýtt tíðarskeið í lívinum – útisetalívið! Tey eru byrjað í nýggjum skúla ella nýggjum arbeiði – og tað er ein nýggj byrjan.
Stilli í sálini
Neyvan man nøkur tíð hava verið í mannasøguni, har fólk eru so sermerkt av skundi. Dagsskráin er fullsett. Við fullari ferð fara vit higar og hagar. Mong eru tey, ið hart eru fyrispent fíggjarliga – og mugu arbeiða meira enn tey orka. Arbeiðskrøvini eru mong og strong – saman við krøvunum, vit
Gævi dagur aldri fór at halla
Hetta eru seinastu orðini í vakra summarsanginum hjá Jens Dam Jacobsen, sum føroyingar ofta syngja hesa ljósu tíð. Og sangurin er eisini ein góð lýsing av einum føroyskum, litríkum hásummardegi, tá alt andar av livandi lívi frá fjøru til fjallatind.
Poul Madsen farin heim til Harran
Mikumorgunin 1. juli andaðist Poul Madsen í heimi sínum í Stenløse, 93 ára gamal. Hann var ein av størstu bíbliulærarum, Danmark hevur átt í nýggjari tíð. Føroyar og føroyingar lógu honum nógv á hjarta. Jarðarferðin verður frá Stenløse Kirke leygardagin 11. juni kl. 13.
Royndin
At ganga til eksamiu er strævið! Tað er strævið at skula sita og terpa til tær ymisku royndirnar. Og tað er krevjandi fyri ikki at siga ræðandi at sita til eina roynd, har ein lærari og ein sensor sita og meta um, hvussu væl eg dugi og hvønn karakter, eg átti at fingið.