Aftur til kross Kristusar

Samkoman í Korint hevði trupuleikar. Korint var ein verðsligur býur – ikki ólíkur Keypmannahavn. Har var mentan, list og heimspeki, men eisini nógv synd og gudloysi. Í Paulusar fyrra brævi sínum til samkomuna merkist, at hann er órógvaður um støðuna. Hvussu kann hann leiða tey aftur á beint?

Ein nýggjársbøn

25. desembur 2007 andaðist William McDonald, sum m.a. skrivaði bóklingin við “Hugsa um framtíð tína,” ið nógvir føroyingar hava lisið. Hetta er ein nýggjársbøn skrivað av William McDonald, sum vit gera væl í at lesa og gera til okkara egnu bøn.

Tú mást føðast av nýggjum

Ein nýggjársboðskapur
Nátt er í Jerúsalem. Stilli er yvir býnum og friður í flestu húsum. Eitt fólk fer titandi gjøgnum hinar trongu gøtur. Tá ið ljós fellur á andlit hansara, sæst, at tað er Nikodemus, lærarin og ráðharrin. Hann, sum vanliga gongur so tignarliga á Jerúsalems gøtum, hevur skund í n